Swansea City A.F.C.
Swansea City A.F.C. ella Clwb Pêl-droed Dinas Abertawe er eitt walisiskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Swansea í Wales. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship.[1]
Felagið varð stovnað í 1912. Besta liðið, við kelinavninum The Swans, spælir sínar heimadystir á Liberty Stadium í Swansea.Venjarin hjá liðinum er Steve Cooper.
Swansea City hevur spælt í Premier League í fleiri ár, men liðið endaði sesongina 2017/18 á 18. plássi og flutti niður í næstbestu deildina. Burtursæð frá Cardiff City, er Swansea City tað einasta walisiska felagið, ið hevur spælt í Premier League, síðan besta enska deildin varð sett á stovn í 1992.
Býurin Swansea liggur á walisisku suðurstrondini, vestan fyri høvuðsstaðin Cardiff.
Slóðir úteftir rætta
- Almenna heimasíðan: swanseacity.com
Keldur rætta
- ↑ Sky Bet Championship, efl.com
🔥 Top keywords: ForsíðaHjálp:InnihaldSeinni heimsbardagiFøroyarWikipedia:UmWikipedia:Generelt fyrivarniWiki HowPussy RiotSerstakt:LeitaMynd:Flag of the Faroe Islands.svgVenesuelaBólkur:Bólkar6. oktoberWikipedia:ForsíðaWikipedia:Aktuellar hendingarPostnummur í FøroyumWikipedia:UndirhúsiðWikipedia:Vælkomin nýbyrjariWikipedia:General disclaimerBólkur:Pages with non-numeric formatnum argumentsTjaldurFyrimynd:Republikanski Flokkurin/meta/color/docNúverandi hendingarSúlaSerstakt:Seinastu broytingarLento GoffiHeine Hestoy21. aprílFøroysk landafrøði13. mars1870-áriniBouvetoyVenceslaus Ulricus Hammershaimb14. desemberMerkiðSvørt holEnskt málGreat Basin DesertAbraham Lincoln