Fulkubbi (frøðiheiti - Alle alle) ella fulkobbi er nakað sum stari til støddar. Hann er svartur omaná við hvítum strikum aftur eftir bakinum og tvørtur um veingirnar, í neðra hvítur. Nevið er stutt og kubbut. Hann eigur í óføra stórum meingi í norðastu kuldalondum, sum Grønlandi, Svalbarði, Jan Mayen og ikki sørt norðarlaga á Íslandi. Tað er ein lívligur og bragdligur fuglur, kvikur og snúiligur at renna millum urðagrótið, svimur skjótt og ger stór kav. Her uttan um Føroyar sæst hann um hávetur, stundum í flokki, men mest einstakir. Aftaná stóródnir, tá ið hann einki vinnur til føði, rekur onkur deyður á land. Teir norðastu grønlendingarnir taka hann við fleygastong; teimum er hann ein hentur fuglur, bæði til matna og klædna, einki lívir so væl sum plagg, seymað saman av fulkubbaskinni, siga teir.[1]

Fulkubbi

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki:Animalia
Fylki:Chordata
Flokkur:Aves
Hópur:Charadriiformes
Ætt:Alcidae
Slekt:Alle
Slag:A. alle
Alle alle

Kelda rætta

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini rætta


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið