Kris Kristofferson

Kristoffer "Kris" Kristofferson (* 22. juni 1936) er ein amerikanskur tónleikari, sjónleikari og sangskrivari. Hann er kendur fyri hitt sum "Me and Bobby McGee", "For the Good Times", "Sunday Mornin' Comin' Down", og "Help Me Make It Through the Night". Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kristofferson eisini fingist við sjónleik.

Kris Kristofferson
er eittmenniskja
Fødd(ur)22. jun 1936 í/á Brownsville
Alma materMerton College, Pomona College, San Mateo High School
Starvfilmsleikari, singer-songwriter, sangari, tónaskald, guitarist, recording artist, raddaleikari
Foreldurmóðir Mary Ann Ashbrook faðir Henry Kristofferson
MálEnskt mál
Heimasíðahttp://kriskristofferson.com/
Dátuheiti
ISNI0000000110235039
VIAF29718413
LCAuthn91077450
IMDBnm0001434
CommonsKris Kristofferson

Kris Kristofferson hevði konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 1. apríl 2007. Kristofferson var eisini í Føroyum í 2016 í samband við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september. Kris Kristofferson er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya, tá ið hann kom til landið í august mánað 2016.[1]

Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kris Kristofferson eisini fingist við sjónleik. Hann hevur vunnið tríggjar Grammy Award, givið út 29 plátur, harav tríggjar saman við vinunum Johnny Cash, Willie Nelson og Waylon Jennings undir navninum The Highwaymen. Kristofferson hevur brúkt 30 ár til at spæla konsertir kring allan heimin. Hann hevur spælt við í meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein Golden Globe fyri "besti leikari" fyri sín leiklut í filminum “A Star Is Born”.

Í 2013 sang hann duet við Hallur Joensen á fløguni hjá Hallur: Hallur with Stars and Legends.

Lívssøga

rætta

Kristofferson varð føddur í Brownsville í Texas inn í eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til Kalifornia, har Kris las Creative Writing á fróðskaparsetrinum, Pomona College í Claremont. Í frítíðini boksaði hann í kappingum. Hansara evni á fróðskaparsetrinum vóru so eyðsýnd, at hann bleiv innlimaður í elsta og hægst metta studentafelagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heimsins hægst virdu scholarships til at lesa bókmentur í Oxford í Onglandi. Har fór hann so at lesa víðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir próvtøku á Oxford fór Kristofferson í herin sum ein "Airborne Ranger" tyrluskipari, har hann gjørdist kapteinur. Í 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvísari á West Point hernaðarakademinum. Við íblástri frá sangskrivarum sum Willie Nelson og Johnny Cash fór Kristofferson ístaðin til Nashville í Tennessee at royna seg innan countrytónleikin.

Eftir at hava strevast í fleiri ár í Nashville, fekk Kris stóra viðgongd í byrjanini av sjeytiárunum. Sangirnir “Me and Bobby McGee”, “Help Me Make It Through The Night”, “Sunday Morning Coming Down” og “For The Good Times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum, vóru við til at endurskapa sjálvt sangskrivarakynstrið innan countrytónleikin. Í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfólk høvdu spælt inn løg, sum Kristofferson hevði skrivað.

Umframt ein heilan hóp av ymsum heiðurslønum, so er Kris innlimaður í Country Music Hall of Fame, hann er vinnari av høgt virda Johny Mercer Award frá Songwriter Hall of Fame, eins og hann fekk “American Veteran of the year award” í 2002. Tá ið hann fylti 70 ár í 2006, tóku vinir hansara upp eina heiðursútgávu við sangum hjá honum. Luttakandi listafólkini taldu m.a. Wille Nelson, Russel Crowe, Emmylou Harris, Roseanne Cash og mong onnur. í 2009 fekk Kristofferson “Johnny Cash Visionary award” frá Country Music Television CMT, og somuleiðis í 2009 fekk hann Icon Award virðislønina frá BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award í 2012 og í 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award.

Kris Kristofferson hevur leingi verið opin um sín tokka til kannabis.[2]

Studio-útgávur

rætta

1970'ini

rætta
HeitiKunning um útgávunaPlaseringar á hittlistumSertifisering
(søla)
US CountryUSKanada
Kristofferson1043
The Silver Tongued Devil and I
  • Útgávuár: 1971
  • Plátufelag: Monument Records
42122
Border Lord
  • Útgávuár: February 1972
  • Plátufelag: Monument Records
641
Jesus Was a Capricorn
  • Útgávudagur: November 1972
  • Plátufelag: Monument Records
13127
  • US: Gull
Spooky Lady's Sideshow
  • Útgávudagur: Mai 1974
  • Plátufelag: Monument Records
117853
Who's to Bless and Who's to Blame
  • Útgávudagur: November 1975
  • Plátufelag: Monument Records
23105
Surreal Thing
  • Útgávudagur: Juli 1976
  • Plátufelag: Monument Records
17180
Easter Island
  • Útgávudagur: Februar 1978
  • Plátufelag: Monument Records
2186
Shake Hands with the Devil
  • Útgávudagur: Juli 1979
  • Plátufelag: Monument Records
"—" merkir, at útgávurnar ikki komu á nakran hittlista

1980'ini

rætta
HeitiKunning um útgávunaPlaseringar á hittlistum
US Country
To the Bone
  • Útgágudagur: Januar 1981
  • Plátufelag: Monument Records
Repossessed31
"—" merkir, at útgávurnar ikki komu á nakran hittlista

1990'ini

rætta
HeitiKunning um útgávunaPlaseringar á
hittlistum
US CountryCanada Country
Third World Warrior
  • Útgágudagur: 6. mars 1990
  • Plátufelag: Mercury Records
A Moment of Forever
  • Útgágudagur: 15. august 1995
  • Plátufelag: Justice Records
The Austin Sessions2610
"—" merkir, at útgávurnar ikki komu á nakran hittlista

2000-árini

rætta
HeitiKunning um útgávunaPlaseringar á hittlistum
US CountryUSUS Indie
This Old Road3617214
Closer to the Bone
  • Útgágudagur: 29. september 2009
  • Plátufelag: New West Records
2916728

2010'ini

rætta
HeitiKunning um útgávunaPlaseringar á hittlistum
US CountryUS IndieUS Folk
Feeling Mortal
  • Útgágudagur: 29. januar 2013
  • Plátufelag: KK Records
28389

Keldur

rætta
  1. http://portal.fo/kris+kristofferson+akaerdur+fyri+at+smugla+rusevni+foroya.html
  2. https://kvf.fo/greinar/2017/08/08/kris-kristofferson-akaerdur-fyri-smugla-rusevni