Zakynthos
Zakynthos | |
---|---|
Landafrøði | |
Vídd | 407,58 km² |
Umsiting | |
Land | Grikkaland |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 40.759 (2011) |
Íbúgvatættleiki | 100 /km² |
Zakynthos (grikskt: Ζάκυνθος, Zákinthos; venesianskt-italskt: Zante) er ein grisk oyggj í Jóniska havinum, ein av Jónisku Oyggjunum við vesturstrond Grikkalands við umleið 32.000 íbúgvum. Oyggin er 407,58 km2 til støddar (til samanberingar kann nevnast, at Streymoy er 372 km2) og er tann triðstørsta av teimum Jónisku oyggjunum og tann 10. størsta í Grikkalandi eftir vídd. Oyggin er ein kommuna, fyrr vóru tað 6 kommunur í oynni, hetta var broytt í 2011, tá nógvar kommunusamanleggingar vóru framdar í Grikkalandi.
Kommunalar eindir rætta
Zakynthos er ein kommuna, men hevur 6 kommunalar eindir, sum fyrr hava verið sjálvstøðugar kommunur:
Kend fólk frá Zakynthos rætta
- Tann heilagi Dionysios frá Zakynthos, 16. øld
- Nikolaos Koutouzis (1741–1813), listamálari
- Ugo Foscolo (1778–1827), grikskur-italskur rithøvundur
- Andreas Kalvos (1789–1869), skald
- Dionysios Solomos (1798–1857), tjóðarskald (yrkti grikska tjóðsangin)
- Pavlos Carrer (1829–1896), komponistur
- Leonidas Zois (1865–1956), søgufrøðingur
- Georgios Kostakis (1913–1990), listasavnari
- Kostas Dikefalos (1956), skulptørur
- Gregorios Xenopoulos (1867–1951), rithøvundur og blaðmaður
Keldur rætta
🔥 Top keywords: ForsíðaSeinni heimsbardagiWikipedia:UmWiki HowWikipedia:Aktuellar hendingarEindarumrokningHjálp:InnihaldPussy RiotWikipedia:UndirhúsiðMynd:Flag of the Faroe Islands.svgWikipedia:Vælkomin nýbyrjariWikipedia:General disclaimerSerstakt:LeitaWikipedia:ForsíðaSerstakt:Seinastu broytingarBólkur:BólkarFøroyarGeorge WashingtonAfroamerikanararWikipedia:Username policyBummullNúverandi hendingarKenniorðSerstakt:MyTalkSloveniaHjáorðWikiWikipedia:Generelt fyrivarniUSAFøroyskt málFranskt málOtto von BismarckOnglandFrændurWikipedia:Privacy policyListi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvataliPostnummur í Føroyum20. januarFlaggdagar í Føroyum