Mike Huckabee

Michael Dale "Mike" Huckabee (f. 1955) er fyrrverandi guvernørur í Arkansas. Huckabee er føddur 24. august 1955 í Hope í Suðurarkansas. Hann er limur í Republikanska flokkinum. Hann er eisini baptistprestur og sjónvarpsvertur. Huckabee tók bachelorútbúgving á Ouachita Baptist University. Í 1974 giftist hann við Janet Huckabee. Huckabee er eisini rithøvundur og hevur skrivað sjey bøkur. Fyrsta bókin Character is the Issue: How People With Integrity Can Revolutionize America kom út í 1997. Hann býr nú í Little Rock í Arkansas.

Mike Huckabee
er eittmenniskja
Fødd(ur)24. aug 1955 í/á Hope
Alma materOuachita Baptist University, Hope High School
Starvútvarpsvertur, politikari, tónleikari, høvundur
Politiskur flokkurRepublikanski Flokkurin
TrúgvSouthern Baptist Convention Church
BørnDavid Huckabee, Sarah Sanders
Foreldurmóðir Mae Huckabee faðir Dorsey Wiles Huckabee
MálEnskt mál
Undirskrift
Heimasíðahttp://www.mikehuckabee.com
Dátuheiti
ISNI0000000078385992
VIAF71566001
LCAuthn97073659
IMDBnm1932882
CommonsMike Huckabee

Hann sigur við sjónvarpið Fox News Channel, at hann fer ikki at royna at gerast valevni hjá Republikanarunum til forsetavalið 2012. Huckabee, sum er fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas, royndi seg, tá Republikanararnir skuldu finna eitt valevni til forsetavalið í 2008, men hann mátti lúta fyri John McCain. Avgerðin ger støðuna hjá Republikararunum enn truplari, tí veljarakanningarnar hava givið Demokratiskla forsetanum Barack Obama vind í seglini eftir at amerikanskar herdeildir tóku Osama bin Laden av døgum 2. mei 2011.

Bøkur

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
🔥 Top keywords: