Kykladurnar

Coordinates: 37°00′N 25°06′E / 37.00°N 25.10°E / 37.00; 25.10Kykladurnar (Grikskt mál: Κυκλάδες / Kyklades) eru ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Oyggjarnar eru í ein landsynning frá meginøkinum. Grikska navnið Kyklades sipar til oyggjarnar sum liggja rundan um (κυκλάς) heilagu oynna Delos. Tað eru umleið 220 oyggja og hólmar í oyggjabólkinum. Oyggjarnar liggja í Egearahavinum. Grikska kettuslagið Egeiska kettan, kemur upprunaliga frá Kykladunum. Kykladurnar vóru fyrr ein fyrisiting eind. Ermoupoli á oynni Syros er høvuðsstaður í Kykladunum og var fyrisitingarmiðdepil, tá Kykladurnar vóru eitt prefektorat. Oyggjarnar eru fjallatoppar av einum størri landøkið, sum er sokkin í havið, uttan tvær av oyggjunum, Santorini og Milos, sum eru av vulkanskum uppruna. Jørðin er ikki serliga fruktagóð á Kykladunum, burtursæð frá á størstu oynni Naksos. Á oyggjunum dyrka tey m.a. víndrúvur, frukt, hveiti, oljuber og tubbak. Veðurlagið er turt og milt. Um summarið er ofta vatnmangul á fleiri av oyggjunum, og vatn má tá flytast við tangaskipum til oyggjarnar. Ferðavinna spælir ein stóran leiklut á fleiri av oyggjunum. Kykladumentanin var til seint í steinøldini og tíðliga í bronsuøldini, longu áðrenn tann Minoiska mentanin blómaði mitt í bronsuøldini á Kreta.

Yvirlit yvir Kykladuoyggjarnar rætta

OyggjGrikst navnVídd (km2)MyndFólkatal (2001)Fólkatal (1991)Fólkatal (1981)Fólkatal (1971)Høvuðsstaður
1NaksosΝάξος429,79 18.18814.83814.03714.201Naksos (Νάξος)
2AndrosΆνδρος379,21 10.0098.7819.02010.457Andros (Άνδρος)
3ParosΠάρος196,31 12.8539.5917.8816.776Parikia (Παροικιά)
4TinosΤήνος194,59 8.5747.7477.7308.232Tinos (Τήνος)
5MilosΜήλος158,40 4.7714.3904.5544.499Milos (Μήλος) (Plaka / Πλάκα)
6KeaΚέα131,69 2.4171.7871.6481.666Julida (Ιουλίδα)
7AmorgosΑμοργός121,46 1.8591.6301.7181.822Amorgos (Αμοργός)
8IosΊος108,71 1.8381.6541.4511.270Ios (Ίος)
9KythnosΚύθνος99,43 1.6081.6321.5021.586Kythnos (Κύθνος)
10MykonosΜύκονος86,13 9.3066.1705.5033.823Mykonos (Μύκονος)
11SyrosΣύρος84,07 19.78219.87019.66818.642Ermupoli (Ερμούπολη)
12SantoriniΣαντορίνη (Θήρα)76,19 13.4029.3607.0836.196Thira (Φηρά)
13SerifosΣέριφος75,21 1.4141.0951.1331.083Serifos (Σέριφος)
14SifnosΣίφνος73,94 2.4421.9602.0872.043Apollonia (Απολλωνία)
15SikinosΣίκινος41,68 238267290331Sikinos (Σίκινος)
16AnafiΑνάφη38,64 273261292353Anafi (Ανάφη)
17KimolosΚίμωλος37,43 7697287861.086Kimolos (Κίμωλος)
18AntiparosΑντίπαρος35,09 1.037819635538Antiparos (Αντίπαρος)
19FolegandrosΦολέγανδρος32,38 667558567646Folegandros
20MakronisosΜακρόνησος18,43 50412
21PoliegosΠολύαιγος18,15 0014
22Iraklia (oyggj)Ηρακλειά18,08 15111595129Iraklia (Ηρακλειά)
23JarosΓυάρος17,57 0002
24KerosΚέρος15,04 0007
25RiniaΡήνεια13,90 001124
26DonousaΔονούσα13,65 163111116149Donousa (Δονούσα) (Stavros / Σταυρός)
27ThirasiaΘηρασία9,25 268233245291Thirasia (Θηρασία)
28ShinousaΣχοινούσα8,14 206122140197Shinousa (Σχοινούσα)
29AntimilosΑντίμηλος8 0000
30DespotikoΔεσποτικό7,75 0000
31Ano KufonisiΆνω Κουφονήσι5,77 366275232238Kufonisi (Κουφονήσι)
32Kato KufonisiΚάτω Κουφονήσι3,898 0056
33DilosΔήλος3,54 1491616

Keldur rætta


Slóðir úteftir rætta

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið