Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið.

Talv
The Chess Pieces
The Chess Pieces

Frá vinstru hvítur kongur, svartur rókur, svørt frúgv, hvít finna, svartur riddari og hvítur bispur.
Spælarar2
Aldursbólkur8 ár og upp
Uppsetanartíð30-60 sekund
Spælitíð10-240 minuttir
ReglufjøltættiMiðal
StrategistøðiHøgt
Tilvildarlig líkindiEingin
Neyðugur dugnaskapurTaktikkur, strategi

Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).

Telvarar skiftast um at leika, men hvítur – tað er telvarin við hvíta fólkinum – leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.

Inngangur rætta

Talv verður telvað um allan heim bæði fyri at stytta sær stundir og á professionellum støði. Bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum telva. Nógvar kappingar eru bæði í talvfeløgum og á altjóða støði. Eisini er væl umtókt at telva á internetinum ímóti telvarum runt allan heim.

Borð og fólk rætta

abcdefgh
8 8
7 7
6 6
5 5
4 4
3 3
2 2
1 1
abcdefgh


Tá ið talvið byrjar, standa talvfólkini, sum myndin vísir omanfyri. Hvítur leikar fyrst og so svartur, og er tað ikki loyvt at leypa leik um. Hvør hevur hvíta, og hvør hevur svarta fólkið, verður antin avgjørt við lutakasti, ella verður tað avgjørt av teimum, ið skipa fyri kappingini.

Talvfólk
Kongur
Frúgv
Rókur
Bispur
Riddari
Finna

Á fyrsta og áttanda raði standa 8 fólk, sum vit vanliga rópa menn. Frá vinstru standa rókur, riddari, bispur, frúgv og kongur. Og frammanfyri teir standa 8 finnur.

Borðið er býtt sundur í 8 loddrættar linjur, sum verða nevndar við tølinum 1-8, og 8 vatnrættar røðir, sum verða nevndar við stavinum a-h. Við hesum ber til at nevna hvønn einstakan punt við heitunum frá a1 til h8, sum í einari koordinatskipan.

Sí eisini rætta

Ávísingar úteftir rætta

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið