Pálmasunnudagur

Pálmasunnudagur hevur navn eftir teimum pálma­greinum, ið fólk breiddu á vegin, tá Jesus reið inn í Jerúsalem á einum asna. Í krígstíð reið kongur á rossi, men í friðartíð varð asnin vanliga nýttur. Jesus reið á einum asna; hetta merkti kanska, at hann kom við friði. Hetta er inngangurin til páskavikuna, sum eisini verður nevnd dymbildagavika ella stillavika.

Pálmasunnudagur hevur navn eftir, at fólkið nýtti greinar at fagna Jesusi við, tá ið hann reið inn í Jerúsalem.

Bíbliusøgan rætta

Pálmasunnudagur verður hildin til minnis um hesa hending:

"Jesus visti, at tíðin nærkaðist, at hann skuldi doyggj­a. Hann bað lærusveinar sínar fara eftir einum asna og fylinum hjá tí. So reið Jesus inn í Jerúsa­lem. Hetta var tekin um, at hann kom við friði. Ein fjøld av fólki stóð fram við vegnum í Jerúsalem og heiðraði hann sum kong. Í virðing fyri Jesusi tóku tey pálmagreinar av trøunum og løgdu á vegin. Somuleiðis yvirklæði teirra. Tey róptu: – Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!"

- Úr Matt. 21,1-12.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið